17. Nov. 2026
Føroyameistarar í skúlatalvi
Sankta Frans skúli vann FM í skúlatalvi.
Triðja árið á rað vann Sankta Frans skúli FM í skúlatalvi í hádeildini.
Tað gjørdist sera spennandi í seinasta umfari. Okkara SFs1 lá bara ½ stig frá fyrsta plássinum. Leingi sá út til, at tað fór ikki at eydnast, men á teimum seinastu borðunum lagaði tað seg til okkara fyrimun, og vunnu vit tí aftur í ár. Hjartaliga til lukku.
Fleiri enn 100 næmingar úr Sankta Frans skúla úr 3.-8. flokki luttóku teir tríggjar dagarnar, sum FM í skúlatalvi bleiv hildið við Tjarni. Tað var hugtakandi at síggja, at so nógvir næmingar dáma væl ítróttina.
21. Nov. 2026
Vinarflokkar
10. Nov. 2026
Mín jólabók 2026
10. Nov. 2026
Stjørnuleikir
05. Nov. 2026
Hondbóltslandsliðið vitjaði
03. Nov. 2026
Miðlabreytin vann „juryens specialpris“
09. Oct. 2026