01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar

Mánadagin 31. august fóru næmingarnir í hádeildini á samansjóðingarútferð til Suðuroyar. Endamálið við degnum var at styrkja samanhaldið og geva næmingunum ein øðrvísi og virknan dag saman.

Leiðin gekk við Smyrli til Suðuroyar og síðani víðari til Vágs. Har byrjaði dagurin við einum áhugaverdum fyrilestri frá Ítróttaháskúlanum um skúlan og virksemið har.

Síðani gekk leiðin í Marghøllina, har næmingarnir vórðu býttir í bólkar og royndu ymiskar aktivitetir við denti á samstarv, samansjóðing og rørslu. Eisini varð vitjað í Pálshøll, har næmingarnir fingu høvi at svimja og nýta vælveruøkið.

Alt í alt var talan um ein sera góðan og gevandi dag við nógvum góðum upplivingum og góðari samveru. Vit gleða okkum longu til næstu ferð.

21. sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
Sí eldri tíðindi