24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi

Fríggjadagin 21.08 vóru vit ein túr úti í Skúgvi. Ætlanin var at koyra við bygdaleiðum frá Steinatúni tíðliga um morgunin, men av eini ella aðrari orsøk, kom ongin bussur fram. Av tí, at vit høvdu avtalað við Sildberan, at hann mátti bíða eftir okkum, so mátti handlast skjótt. Vit ringdu á skrivstovuna hjá SSL, sum vóru sera beinasom at hjálpa okkum við ikki minni enn 5 taksabilum. Vit náddu bátin :)

Úti í Skúgvi gingu vit norð í Fagradal, og nakað niðan móti Knúti. Veðrið var avbera gott, og túrurin lættur at ganga, og væl uppmerktur. Næmingarnir kendu ikki søguna um Rannvá, so tey fingu ein samdrátt frá lærarunum. Næmingarnir hildu tað vera sera synd í Rannvá. Heima aftur í bygdini vitjaðu vit grøvina hjá Sigmundi, og sluppu inn í kirkjuna. Men tað sum kanska var mest spennandi var Kioskin á Áardalsbakka. Kioskin sum byggir á álit. Vit máttu taka mynd av tí sum vit tóku, síðan senda eina mynd til ekspedientin sum síðan sendi rokningina.

Ein super túrur

07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
14. aug. 2026
Ítróttar og adventurebreyt
03. aug. 2026
Vælkomin aftur í skúla
Sí eldri tíðindi