03. aug. 2026
Vælkomin aftur í skúla
Eitt nýtt skúlaár stendur fyri durum, og vit gleða okkum at taka ímóti næmingum og starvsfólki aftur eftir summarfrítíðina. Vit vóna, at øll hava havt eina góða summarfrítíð og eru klár til eitt nýtt og spennandi skúlaár.
Starvsfólk møta mánadagin 10. august kl. 9.00.
Næmingar møta soleiðis mikudagin 12. august:
- 2. til 9. flokkur møtir í sínum floksstovum kl. 9.00.
- 1. flokkur møtir í fimleikahøllini kl. 11.00.
- Forskúlin møtir í fimleikahøllini kl. 13.00.
Frá hósdegnum 13. august verður undirvíst sambært tímatalvuni.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur. Samstundis bjóða vit øllum nýggjum næmingum hjartaliga vælkomnum og ynskja øllum eitt gott, gevandi og læruríkt skúlaár.
18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
18. jun. 2026
Sangløta á seinasta degi
16. jun. 2026
Næmingaráðið í miðdeildini heilsar
15. jun. 2026
Fyrsti næmingur at fáa prógv
10. jun. 2026
Gloymd klæðir
10. jun. 2026