18. nov. 2024
Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Vegna barnsburðarfarloyvi/farloyvi søkja vit eftir 3 lærarum í tíðaravmarkað starv á Sankta Frans skúla

 

Starv 1 fulla tíð frá 06.01 2025 til 20.06.2025

Starv 2 setanarbrot 0.85 frá 06.01 2025 til 20.06.2025

Starv 3 setanarbrot 0.9 frá 03.02.2025 til 20.06.2025

 

Undirvísingartímarnir eri hesir:

 

Starv 1.

  • Enskt í 9.flokki
  • Enskt í 6.flokki
  • Danskt í 6.flokki
  • Danskt í 5.flokki
  • Danskt í 3.flokki
  • Ítrótt og svimjing við dreingjum

 

Starv 2.

  • 14 tímar serøki grund - miðdeild
  • Sang í 1. og 2. flokki
  • Tónleik í 4. og 5.flokki

 

Starv 3.

  • Føroyskt í 1.flokki
  • Tvílærari í 1.flokki
  • Sang í 1.flokki
  • Heimstaðarlæru í 1.og 3.flokki
  • Hondarbeiði í 6.flokki

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

· undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

· leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning

· duga at samstarva og eru fyrikomandi

· eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 3.desember kl. 12.00 Umsóknir verða sendar til: aslaug.olsen@skulin.fo

 

 

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella

Magnar Vang, varaskúlastjóra á tlf. 282513

 

____________________________________________________________________

 

Í Sankta Frans skúla eru 405 næmingar í forskúla til 9. flokk. Í skúlanum starvast 40 starvsfólk. Skúlin hevur ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan

12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelags­frøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúla­gongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
Sí eldri tíðindi