19. nov. 2023
7. flokkarnir til Bókadagur í NLH
Rithøvundurin Rakel Helmsdal hevur júst givið út nýggja skaldsøgu, ið nevnist Toran gongur.
Í dag, 17. november, vóru 7.a og 7.b til tiltakið “Bókadagar 2023” í Norðurlandahúsinum, har vit fingu høvi at hoyra nærri um bókina og eisini seta Rakel Helmsdal spurningar. Her kom fram, at Rakel altíð hevur sagt frá søgum. Áðrenn hon dugdi at skriva, segði hon frá søgum, og tá hon ikki skrivar søgur, sigur hon antin frá teimum við marionettdukkum, ella sigur hon søgur við myndum. Sjálv hevur hon eisini gjørt allar myndirnar í nýggjast bók síni Toran gongur. Um bókina sigur høvundurin annars, at “Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.”
KatrinE/Ingo
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkarnir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
14. aug. 2026
Ítróttar og adventurebreyt
03. aug. 2026