18. sep. 2022
Gabriel fekk størsta fiskin og 6.b vann fiskikappingina

Tað liggur væl fyri hjá Gabriel við Skipá í 6.b at fiska. Tað mugu vit sanna, nú árliga fiskikappingin fyri 6. flokkar í Tórshavnar kommunu er av.

Gabriel fekk tann størsta fiskin av øllum í kappingini, ein stóran tosk, ið vigaði 12,8 kg. Afturfyri fekk Gabriel fríggjamorgunin handað ein vinning, ið var ein toskatráða frá Jógvani Weihe, og allir næmingar í 6.b fingu sodavatn, somuleiðis frá Jógvani Weihe.

Tað var tó ikki nóg mikið við hesum eina stóra toskinum, segði Claus Reistrup, fyriskipari, í røðu síni í flokkinum, tí tað var eisini Gabriel, sum fekk næststørsta fiskin á túrinum hjá 6.b. Hetta var ein upsi, ið vigaði yvir 9 kg.

Jens Marius Poulsen frá Westward Ho greiddi flokkinum frá, hvussu Føroyar broyttist frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag, tá føroyingar keyptu sluppir í hópatali úr Onglandi og harvið gjørdu sær fiskiskap til vinnuveg. Ein áhugaverd løta.

Vit ynskja Gabriel hjartaliga til lukku við fonginum.

Ein serlig tøkk til manningina á Westward Ho og Jógvan Weihe fyri vinningin.

Ragnar Simonsen, lærari í 6.b, og Aslaug Olsen, skúlastjóri, vóru við 6.b, tá flokkurin var til fiskiskap tann 1. september.

Sum prikkurin yvir i'num, so vann flokkurin eisini kappingina. Til lukku øll somul!

 

Myndir: Katrin Erlendsdóttir og Aslaug Olsen.

07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
14. aug. 2026
Ítróttar og adventurebreyt
03. aug. 2026
Vælkomin aftur í skúla
Sí eldri tíðindi