02. sep. 2021
Elsa sagt farvæl

Fráfaringarløta var aftur her í skúlanum í farnu viku, tí heilsufrøðingur okkara, Elsa Mortensen, fór frá fyri aldur. 

Mánadagar og mikudagar hevur Elsa verið trúføst í Sankta Frans skúla í samfull 29 ár. Hon byrjaði annars sum heilsufrøðingur ella heilsusystir, sum tað tá æt, í 1978. Tey fyrstu árini arbeiddi hon burtur av á smábarnaøkinum, men í 1992 byrjaði hon at starvast í Sankta Frans skúla. 

Vit takka Elsu fyri hennara týdningarmikla íkast til skúlan og teir mongu næmingarnar, sum hava gingið her í hennara starsvstíð. Elsa er rúmlig og hjartagóð av lyndi, og hesum eginleikunum hava vit mangan notið gott av bæði í góðum og minni góðum støðum.

Til seinast kunnu vit nevna, at Elsa er gift við Óla Mortensen, sum í meira enn 40 ár starvaðist her í skúlanum sum lærari og telduvørður, og hon er mamma Gunn Mikkelsen, sum eisini er lærari her.

Við tøkk og vón um nógv frálík ár framyvir.

 

Tekstur og mynd: Katrin Erlendsdóttir

 

07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
14. aug. 2026
Ítróttar og adventurebreyt
03. aug. 2026
Vælkomin aftur í skúla
Sí eldri tíðindi