29. aug. 2026
6. flokkarnir á fjørðinum við Westward Ho

Á floti við 6. flokkunum

Mikudagin vóru 6.a og 6.b á floti við Westward Ho. Ein fín siðvenja í kommununi, ið Sankta Frans skúli sjávlandi eisini er partur av.

a-flokkurin møtti við sluppuna á morgni, meðan b-flokkurin fór seinnapartin. Við knapt 130 fiskum hilnaðist betur hjá a-flokkinum enn b, hvørs veiða var á knapt 70 fiskar. Vit siga bara,a t tða vóru streymviðurskiftini, ið vóru á muni.
Bæði skúlastjóri, foreldur, ommur, abbar og eldri systkin vóru við, ið altíð er ein góður máti at menna hasa so týðandi leinkjuna, ið er heim og skúli, og aðaramáta styrkja sambandið millum ættarliðini.

Í Nonnuskúlanum plaga vit, fyriuttan at fara á flot saman, at hagreiða fiskin og gera døgurða burturúr honum. Soleiðis var ikki hesuferð, tí trýstið á køkin, ja, skúlan, er, sum vera man, vaksið síðstu árini.
Men at veiða fiskin og hagreiða hann, at verða undirvístur í hesum frá kønum fólki, er nú heldur ikki at kimsa at.

Vit takka Westward Ho fyri ein ógemeina góðan túr,

6.-flokkarnir í Sankta Frans skúla

24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
14. aug. 2026
Ítróttar og adventurebreyt
03. aug. 2026
Vælkomin aftur í skúla
18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
18. jun. 2026
Sangløta á seinasta degi
16. jun. 2026
Næminga­ráðið í miðdeild­ini heilsar
Sí eldri tíðindi