07. apr. 2025
Samfelagsfrøði

Politisk vitjan

Hósdagin, 3. apríl, fingu næmingar í 7 fl. í Sankta Frans skúla vitjan av Una Holm Johannesen, politikara. Vitjanin varð fyriskipað í samband við undirvísingina í lærugreinini samfelagsfrøði. Uni byrjaði við at fortelja næmingunum um seg sjálvan og sína lívsleið.

Frá barni hevði hann droymt um at gerast journalist, og eftir lokna útbúgving hevði hann starvast á tíðindabløðunum Sosialurin og á Dimmalætting. Hann hevði starv í Kringvarpi Føroya, áðrenn hann bleiv valdur. Eftir nógvar áheitanir frá fleiri ymiskum politiskum flokkum, gjørdi hann av at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, tí hann tók undir við flestu av politisku málunum, sum flokkurin vildi fremja, men kendi seg aftur í stevnuskránni hjá øllum samgonguflokkunum.

Næmingarnir høvdu eisini høvið at seta Una spurningar. Spurt var m.a. um hvørji hansara hjartamál vóru, um fyrimunir og vansar við umboðandi fólkaræði og hansara hugsan um klædnakrøvini í tinginum. Uni segði næmingunum, at hann var nøgdur við fleiri av málunum, sum sitandi samgonga hevur viðtikið. Sum dømi um eitt lítið mál nevndi hann medisinautomatina við apotekið. og sum dømi um eitt stórt mál nevndi hann skattalættan til lág- og miðallønt. Spurdur um hvørji mál størst ósemja var um i tinginum, var Uni skjótur at svara, at tað var størst ósemja um etisk mál s.s. fosturtøku og sammøður.

At lesa lógaruppskot, viðmerkingar og hoyringssvar og at tosa við ymisk fólk, bæði tey ein hittir á gøtuni og tey sum ringja eru tær mest tíðarkrevjandi uppgávurnar hjá einum politikara. Uni segði, at tíbetur dámdi honum væl at lesa og at práta. Serliga væl dámdi honum at hoyra frá fólki, sum hann er ósamdur við, tí tá lærir hann mest. Í septembur fer Uni saman við øðrum politikarum eina námsferð til Sveits, at nema sær nærri kunning um teirra demokratisku skipan við partvís beinleiðis fólkaræði.

Takk fyri vitjanina og góðan arbeiðshug framyvir.

20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
19. des. 2025
Jólaguds­tænasta og jólahald
17. des. 2025
Jóla­leikur hjá 5.ab 2025
16. des. 2025
Innskriving í forskúla og 1. flokk latin upp
12. des. 2025
Lucia og loppu­peningurin
03. des. 2025
Árligu nissubørn­ini í Sankta Frans Skúla 
28. nov. 2025
Kójak konsert
Sí eldri tíðindi