04. apr. 2025
Sankta Frans skúli FM vinnari í skúlatelving

Í dag hevur finalan verið í FM í skúlatelving. 

Vit høvdu vinnara liðið frá innleiðindi kappingini við í bólkinum 5.-8. flokk.

Okkara røsku telvarar løgdu ongan iva vera um, hvør var stinnast, tá telvast skuldi ímóti Fuglafjarðar skúla, skúlanum í Eysturkommunu, Glyvra skúla, Eysturskúlanum og skúlanum á Trøðni.

Rani, Martin, Nóel, Andrew, Djóni og Lisa megnaðu at vinna 24 stig av 30 møguligum. Hetta hevði við sær, at tey gjørdust greiðir vinnarar.

Hjartaliga til lukku!

 

Eldri tíðindi:

Í dag hava næmingar í 5-8 flokki í sunnaru helvt av landinum kappast um at koma í finaluna, sum verður í næstu viku.

Næmingar hjá okkum stóðu seg væl, og góvu hinum skarpan gang.

Vit høvdu 6 lið við. Næmingar úr 5-6 flokki. Umframt eitt blanda lið við næmingum úr 4 og 2 flokki. Hesir sluppu við í dag, tí tíverri var eingin úr 3-4 flokki við í kappingini í gjár, vegna væntandi undirtøku.

Endaliga úrslitið av kappingini gjørdist, at okkara blandaða lið við næmingum úr 2, 4, 5b og 6b gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina. Flott! Og til lukku við tí.

Onnur lið vóru eisini heilt væl við til tað síðsta. M.a. høvdu næmingar úr 6.b møguleika í seinasta umfari at telva seg í finaluna. Tíverri gjørdust teir ov stuttir.

Spennandi verður at fylgja við í finaluni. Góða eydnu 

12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelags­frøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúla­gongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
Sí eldri tíðindi