14. mai. 2024
Felagsforeldrafundur á Sankta Frans Skúla
Týsdagin 7. mai skipaði skúlastýrið fyri felagsforeldrafundi, har ársfrágreiðingin frá skúlastýrinum varð framløgd. Eisini hevði Rúna í Skála, námslektari á Námsvísindadeildini, áhugaverdan fyrilestur um samstarvið millum ´Heim og Skúla`. Nærum hundrað fólk møttu til fundin!
Út frá hennara royndum sum fólkaskúlalærari og úr frá gransking, so vísti hon á, at samstarvið millum ´Heim og Skúla` var nógv broytt hesi seinastu árini. Nú innsíggja flest øll, at eitt gott foreldrasamstarv er altavgerandi fyri trivna, menning og læring hjá øllum næmingum í fólkaskúlanum.
Sankta Frans skúli og skúlastýrið takkar fyri sera góðu undirtøku, tí saman kunnu vit skapa ein fólkaskúla, har allir næmingar trívast, mennast og læra.
23. mai. 2026
Evnisdagar 2026
22. mai. 2026
Lýsing eftir lærarum til komandi skúlaár
19. mai. 2026
Vakstrarhúsið Hvammurin
16. mai. 2026
9. flokkur (arg17) - seinasti skúladagur.
14. mai. 2026
Munnligar royndir og próvtøkur
14. mai. 2026
Spæliliði heiðrað
11. mai. 2026