15. mai. 2023
Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Lærarastørv í Sankta Frans skúla
 

Er tú fakliga sterki lærarin, við teimum góðu hugskotunum? Er tú lærarin sum megnar at skapa gleði og økja sjálsvirðið í næmingum okkara? Og, ynskir tú at gerast partur av einum sterkum og dugnaligum starvsfólkahópi, sum fer at mynda og menna nýggju hádeild okkara? So er tað tær vit leita eftir.

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023

5 føst lærarastørv

4,5 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2023/2024, vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar 

Endaligt tímatal fyri størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2023.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
 

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:

·       flokslæraraarbeiði

undirvísa hádeild í alis- og evnafrøði
undirvísa í týskum
undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum
undirvísa í tónleiki/sangi
undirvísa í handaligu lærugreinunum
hava góðan KT førleika
 

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava royndir úr hádeild, hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari og bókavørður

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

 

 

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini vera lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30 mai kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar til:  aslaug.olsen@skulin.fo, merkt “starv, lærari”

 

­­­­­­­­­­­­Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536   ella 

Ester Poulsen, varaskúlastjóra á  tlf. 519530

 

____________________________________________________________________

 

Í Sankta Frans skúla eru 410 næmingar úr forskúla til 8. flokk. Í skúlanum starvast 32 lærarar og 4 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi