23. nov. 2022
ENDURLÝSING! Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Sankta Frans skúla

Endurlýsing


Vegna ov fáar umsóknir verður starvið sum námsfrøðingur á Sankta Frans skúla endurlýst.
Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, frá 12.desember 2022 til 23.juni 2023.


Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Royndir, sum stuðul, er ein
fyrimunur.
Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað, sum hjálparfólkastarv.


Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við. Harafturat er
viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka um dagin hjá
næmingunum.

Um starvið:

  • Stuðlin kemur at arbeiða í einum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við Førleikastovuna,
    leiðsluna og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.
  • Stuðlarnir koma at skipa verkstøð við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat komastuðlarnir at arbeiða úti í flokkunum við einstøkum næmingum.

tann, ið settur verður, skal:

  • Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis
    næmingunum.
  • Verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
  • Vera stundisligur og nærlagdur.

Lønar- og setanartreytir Starvi verður sett sum sáttmálasett starv við setanarbrotið 0.75, og er
tað lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar
verða løntir í lønarflokki 11-21. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8. Barnaváttan verður
kravd í samband við setanina

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 06.12.2022 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:
Aslaug Olsen, skúlastjóri
T-post: aslaug.olsen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella Ester Poulsen, varaskúlastjóra 519530

Sankta Frans skúli er ein tvísporaður skúli, við forskúla til og við 7. flokk. Í skúlanum arbeiða 32
lærarar og 4 námsfrøðingar

18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
12. feb. 2024
Fastalávints myndir
Sí eldri tíðindi