16. jun. 2021
Gunvør sigur farvæl

Eftir eitt óvanliga langt arbeiðslív í forskúlanum, hevur aldursforseti okkara, Gunvør á Lava, valt at siga starvi sínum farvæl og bjóða pensjonistalívinum vælkomnum.

Tað eru yvir 50 ár, síðani Gunvør sum ung fór í læru hjá nonnunum, og í yvir 40 ár hevur hon starvast í forskúla okkara. Hesa tíðina hevur hon havt fýra stjórar, ein góðan hóp av skiftandi starvsfeløgum og nógvar hundrað næmingar, ið langt síðan eru blivin bæði foreldur og ommur og abbar.

At Gunvør er ein ímynd av føroyskari forskúlasøgu, hava vit vitað í nógv ár, og tað skein eisini so sera væl ígjøgnum í øllum røðunum, sum borgarstjóri, stjóri og starvsfelagar hennara hildu fyri henni til fráfaringarløtuna, sum skúlin helt fyri henni í dag.

Millum gestirnar var nærmasta familjan, starvsfelagar og umboð fyri kommununa. Og ikki at gloyma nonnurnar, sum Gunvør bar eina serliga tøkk til fyri ta álit, tær og undangongusystrar teirra høvdu víst henni á heilt ungum árum. Fyrst tá hon fekk lærupláss hjá teimum í vøggustovuni, og síðani tá hon fekk boðið starv í forskúlanum. 

Eitt langt og virkið arbeiðslív er nú at enda komið, og vit øll í Sankta Frans, bæði stór og smá, takka Gunvør fyri tað, hon hevur verið. Sum skilst hevur hon játtað at lesa onkran vikartíma nú og tá, um á stendur, so vit síggja hana helst aftur koma stundandi í skúla onkran av døgunum í komandi skúlaári. 

 

Orð: Katrin Erlendsdóttir

 

 

09. okt. 2025
Vit fletta við 4. flokkunum
07. okt. 2025
Skúla­rennidagur 7. oktober 2025
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Hádeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Miðdeild
03. okt. 2025
Sankta Frans dagur 2025 - Grunddeild
25. sep. 2025
Eplaútferð við 5.b
22. sep. 2025
7. flokkur við ruddingarátaki kring skúlan
Sí eldri tíðindi