11. jun. 2021
Árligi fótbóltsdagurin hjá SFS

Aftur í ár hava vit havt eina góða og spennandi fótbóltskapping millum næmingar, sum ganga í miðdeildini.

Næmingarnir vóru býttir sundur soleiðis, at liðini vóru blandað millum næmingar frá 4-7 flokk.

Gentur spældu á ovara vølli meðan dreingirnir spældu á niðara.

Bólkaspæl var fyrst á skránni. Tveir bólkar við fýra liðum vóru. Vinnararnir í hvørjum bólki endaðu í finaluni. 

Her skuldi tað vísa seg, at tað gjørdist sera spennandi hvør endaði í finaluni.

Hjá gentunum endaði Skotland, við Tórunn sum venjara, greitt á odda í sínum bólki. Í hinum bólkinum var ein sonn finala millum Portugal hjá Maiken og Týskland hjá Aud, um at koma í finaluna. Tað endaði við, at Portugal vann 1-0, og kom sostatt í finaluna.

Hjá dreingjunum var eisini spennandi hvør endaði í finaluni. Danmark, við Georg sum venjara, skuldi spæla avgerandi dyst ímóti Eysturríki, við Jógvan sum venjara. Her vóru eysturríkararnir stinnari og vunnu 3-1. Í hinum bólkinum var bert málúrtøkan á muni. Kroatia, við Agga sum venjara, og Holland, við Ragnari sum venjara, høvdu spælt javnt ímóti hvørjum øðrum. Tí var avgerandi, hvussu nógv hesi bæði liðini høvdu vunnið sínar dystir. Og tað skuldi vísa seg, at við einum fleiri skotnum máli, var Holland vinnari av bólkinum.

Okkara EM finalur, sum vóru leiktar á ovara vølli, vóru sostatt millum Skotland og Portugal hjá gentunum, og Eysturríki og Holland hjá dreingjunum. 

Í gentufinaluni stóð leingi á jøvnum. Bæði liðini høvdu sínar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Tá tað restaðu fáir minuttir eydnaðist tó loksins Portugal at leggja seg á odda. Hetta vísti seg at vera avgerandi, tí skotska liðið sendi alt fram fyri at fáa útjavnandi málið. Hetta gjørdi, at opið var hjá Portugal at fara í kontra. Og tað var júst tað, ið hendi. Portugal fekk seinra málið, og vann finaluna 2-0.

Í dreingjafinaluni stóð á gomlum nøglum. Dysturin var sera spennandi og væl spældur. Fleiri væl spæld álop, góðar royndir, góðar bjargingar og ikki minst vøkur mál. Holland legði seg á odda, men stutt eftir javnaði Eysturríki. Dysturin vippaði á eggini. Tá tað restaði 5 minuttir skoraði Eysturríki til 2-1, og leingi sá út til, at hetta fór at verða endaliga úrslitið. Men tá 1 minuttur var eftir, fekk Holland fríspark nakað uttanfyri málið hjá Eysturríki. Heini var settur at skjóta, og hann langaði bóltin upp í málhornið. Stutt eftir bríkslaði Georg fyri dystarenda, og tí skuldi alt avgerast við brotssparkkapping. Her vóru leikararnir hjá Eysturríki væl neyvari. Eysturríkar brendu bert tað eina skotið, meðan hollendarar brendu øll síni skot. Sostatt varð Eysturríki vinnari.

 

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi