25. mai. 2021
Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Lærarastørv í Sankta Frans skúla

 

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2021: 5 møguliga 6 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2021/2022, vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar

Endaligt tímatal fyri tíðaravmarkaðu størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2021.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

· undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

· leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning

· duga at samstarva og eru fyrikomandi

· eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

 

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:

· flokslæraraarbeiði

· undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum

· undirvísa í tónleiki/sangi

· undirvísa í handaligu lærugreinunum

 

Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari, AKTlærari og bókavørður

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 8. Juni kl. 12.00 Umsóknir verða sendar til:

Sankta Frans skúli

Varðagøta 10

FO-100 Tórshavn ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo

 

 

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella

Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra á tlf. 282533

 

____________________________________________________________________

 

Í Sankta Frans skúla eru 367 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 29 lærarar og 4 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan

20. aug. 2025
Okkara Poulina
13. aug. 2025
Fyrsti skúladagur
12. aug. 2025
Ansið væl eftir børnunum í ferðsluni, nú skúlin byrjar aftur 13. august
04. aug. 2025
Vælkomin aftur í skúla
20. jun. 2025
Summar-sangløta 19. juni 2025
18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025
18. jun. 2025
Grund­deildin í Havnardali
Sí eldri tíðindi