18. feb. 2021
Søgan um Sigmund - ein verkætlan hjá 2.a

Í góðan mánaða ella so hevur 2.a í Sankta Frans skúla kvøtt Sigmunds kvæði yngra. Í so máta er onki óvanligt, tí dansur og kvøðing hevur í langsamiliga tíð verið ein ein týðandi partur av skúlans regluliga virksemi. Ein ósundurskiljandi siðvenja, um tú vilt.

Tað eitt sindur óvanliga, tó, er at man sum flokkur velur at fara stigið víðari og gera eina verkætlan sum fylgja av tí, at kvøða – sum, skal skoytast uppí, er eitt hitt næminganna millum.

Sjey bólkar hava arbeitt alla vikuna við tekstviðgerð og myndprýtt við støði í tekstinum, sum aftur er eitt úrslit av somu kvøðing, einum upphevjandi og dramatiskum hoyrispæli, Søgan um Sigmund at navni (https://kvf.fo/vit/utvarp/b-sgna-um-sigmund-1partur) og arbeiði við søgubygnaði í føroyskum.

Tveir bólkar tóku sær av byrjanini, tríggir miðjuni og tveir endanum; sum merkir, at næmingar saman við lærarum býttu kvæðið sundur í trý við seinnameiri viðgerð. Fyrstu tveir dagarnir arbeiddi hvør bólkur sær við tekstinum, tulkaðu ávikavist byrjan, miðju og enda, og næstu tveir vóru halgaðir myndum – tað, at tekna tekstin sambært egnu fatan.

Arbeiðið gekk fyrimyndarliga væl, næmingarnir vóru serskila hugtiknir, ikki bert at arbeiða við evninum, men at arbeiða á slíkan hátt. Kartongini við teksti og tekningum hongdu vit á veggin, har skúlastjórin fyrr helt til.

Fríggjadagin 12. februar kl. 10 var framløgan á skrá, og staðið, sum sagt, í sjálvari samanstoypingini millum gamla og nýggja byrgning, sum er gongin uttanfyri har, stjórin var, men nú Lesistovan er, ella frammanfyri trappuna á veg upp á ovastu hædd, lærarapartin.

Dagin fyri kunnaðu vit um framløguna og ynsktu, at nøkulunda friður valdaði um hesa tíð har um leiðir. Og jú, tað var á kjafti við fólki, næmingum sum starvsfólki. Ja, leiðslan kom framvið at forvitnast – fínari verður tað neyvan.

Næmingarnir gleddu seg og vóru ikki sørt spentir. Allir bólkar løgdu fram, og hóast nervøsitetur valdaði, so vil vera við so mongum áskoðarum!, kláraðu allir seg so avbera væl.

Aftaná var eftirmeting, og úrslitið av henni sæst á seinastu myndunum.

Vit takka fyri góða undirtøku, og vóna, at titonnur koma at hyggja at tí, vit hava gjørt – verkætlanin kemur at hanga uppi í eina tíð.

Kh, Barbara, Maiken, Agga og næmingar í 2.a

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi