16. sep. 2020
Okkara Tóki gjørt røð til filmsfestival í Danmark

16 ára gamli Tóki Jansson, sum er fyrrverandi næmingur í Sankta Frans skúla, hevur gjørt sína egnu sjónvarpsrøð. Tóki hevur framleitt og leikstjórnað alla røðina púra einsamallur, og tað hevur hann gjørt so mikið væl, at røðin herfyri kom við á Buster barna- og ungdómsfestivalin í Danmark, har hon bleiv frumframsýnd.

- Tóki har arbejdet på serien, siden han var 15 år og lært sig at animere, optage lyd og instruere imens. Han er et kæmpetalent og på BUSTER Filmfestival, er vi meget stolte af, at have VERDENSPREMIERE på serien under vores tema BØRN LAVER FILM, stendur at lesa á buster.dk. 

Skúla Scam, sum røðin hjá Tóka eitur, snýr seg um vinirnar Pætur, Sólskín og Bob, ið ganga í einum løgnum skúla. Tímarnir eru stuttir, fríkorterini long, og lærararnir eru líka vánaligir sum maturin. 

Seinnapartin í dag sleppa lærarar og elstu næmingar í Sankta Frans skúla í Havnar bio at síggja røðina hjá Tóka, og tað gleða vit okkum til. Vit ynskja Tóka hjartaliga til lukku.

Sí brot úr røðini her:

https://buster.dk/film/skula-scam/?fbclid=IwAR0JqpWN1tYR7T_ZUCSQiveRpxrPFNthst2NGo2VgCofedxInyf15o-UDz0

 

Tekstur: Katrin Erlendsdóttir

 

20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
19. des. 2025
Jólaguds­tænasta og jólahald
17. des. 2025
Jóla­leikur hjá 5.ab 2025
16. des. 2025
Innskriving í forskúla og 1. flokk latin upp
12. des. 2025
Lucia og loppu­peningurin
03. des. 2025
Árligu nissubørn­ini í Sankta Frans Skúla 
28. nov. 2025
Kójak konsert
Sí eldri tíðindi