15. jun. 2020
Árligi fótbóltsdagurin

Juventus og Parma

Árligi Fótbóltsdagurin var í dag. Hetta er eitt av mongum afturvendandi tiltøkum í Sankta Frans skúla.

Tað hevði verið EM, men vegna Korona-virusið var einki EM, ordiligt EM:), og tí endaðu vit í stivlalandinum, Italia at navni, og Seria A.
Vit royna sum frægast at ferðast ymsa staðni, og tí ikki bert tey mest eyðsýniligu lond og kappingar, sosum League. Landafrøðisliga innlitið skuldi helst fingið viðvind av tí sama, er tankin.

Flokslærarir frá 3. til 7. flokk fáa hvør síni 2 lið, eitt gentu- og eitt dreingjalið. Afturat sær fáa teir ein hjálpara; og hesuferð gjørdust Anita Ellendersen og Katrin L Hansen stóru sigursharrarnir.
Tær gjørdu ikki mætari enn at vinna báðar finalurnar. Tillukku við tí!

Finalan hjá gentunum var millum Parma, ið vann, og Udinese. Finalan varð ikki so tøtt sum ætlað, men vinnaraliðið var tó framúr gott.
Hin finalan, tann hjá dreingjunum, var millum Juventus og Genoa. Gamla daman vann so ruddiliga. Tað er eitt ella annað við gomlum damum... listilærdar sum fáar.

Dómarir vóru Ragnar Simonsen og Leivur Frederiksen - góðkent avrik, má sigast.

Tveir bólkar fyri kynini bæði vóru, og vóru tað vinnararnir av hvørjum bólki sær, sum møttust í finaluni.
Hesir bólkar spældu á Ovara vølli í Gundadali og Tórsvølli. Finalan norðaru megin á Ovara vølli.

Myndatøka av vinnarunum var, eins og vanligt er, og aðramáta klikkaði Ingo so dúgliga tvørturígjøgnum henda altíð so festliga og spennandi dag, har okkara næmingar hittast tvørtur um flokkar og aldursstig.

Forskúlin til 2. flokk høvdu ítróttardag á Tórsbreyt, men komu oman í Gundadal tá seinni at eggja á.

Tað skilst á lagnum, at eisini tey høvdu ein frágera góðan dag.

Takk fyri góða undirtøku og hjálp all-round,

Ingo og Agga

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi