16. apr. 2020
Leiðreglur fyri skúlabyrjanina

Koma og fráferð á stovni –

Vøggustova, barnagarð og frítíðarskúla

  

Til foreldur:

 Koma og fráferð

·      Ger skjótt av, tá tú kemur við barninum, eisini tá tit fara heim.

·      Hald frástøðu – møguliga er bíðitíð, at koma inn á stovnsøkið ella stovnin.

·      Koma og fráferð fer í størstan mun fram í garðinum/uttandura, serliga elstu børnini. Mugu tit innandura, so halt teg í ganginum. Hetta fyri at minka um smittuvandan hjá børnum og starvsfólkum.

·      Nýti einans inngongdina til stovuna hjá barni tínum, um hetta letur seg gera.

·      Tað verður ikki loyvt, at ganga ímillum stovurnar innandura í eina tíð.

Reinføri

·      Vaska/spritta hendurnar væl, bæði við komu og fráferð.

·      Syrg fyri, at barnið hevur rein og eyka skiftiklæði í klædnaklivanum.

·      Hugsað eyka nógv um reinføri hjá barninum. Um tit hava møguleika, so skift klæðini hjá barninum hvønn dag.

Tosa við barnið um støðuna

·      Minn barn títt og teg sjálvan á at vaska/spritta hendurnar javnan. Serliga tá tit koma á stovnin og tá tit fara heim.

·      Greið frá um frástøðu og týdningin av tí.

·      Práta við barn títt, um hvussu tað á bestan hátt fær vart seg ímóti smittu.

·      Práta við barn títt, um at fyrsta tíðin á stovni verður øðrvísi, tí hædd skal takast fyri smittuni. Øll mugu ansa eftir hvør øðrum.

·      Greið barni tínum frá, at virksemi í størstan mun verður uttandura.

Við sjúkueyðkenni halt barnið heima

·      Um barn títt hevur sjúkueyðkenni, skal tað ikki á stovn. Barnið kann koma aftur á stovn, 48 tímar aftaná seinasta sjúkueyðkenni.

·      Um tú ert sjúk/ur ella onnur í húskinum, skal barn títt ikki á stovn.

·      Um tú verður uppringd/ur, um at barn títt er sjúkt, skal tað heintast beinanvegin.

·      Hugsað um kensluligu støðuna hjá barni tínum. Spyr inntil.

Filmur til børn um reinføri o.a.

 

 

 

 

 

 

20. aug. 2025
Okkara Poulina
13. aug. 2025
Fyrsti skúladagur
12. aug. 2025
Ansið væl eftir børnunum í ferðsluni, nú skúlin byrjar aftur 13. august
04. aug. 2025
Vælkomin aftur í skúla
20. jun. 2025
Summar-sangløta 19. juni 2025
18. jun. 2025
Prógvhandan 9. flokkur, juni 2025
18. jun. 2025
Grund­deildin í Havnardali
Sí eldri tíðindi