12. mar. 2020
Skúlin stongdur longu fríggjadagin. English version included

Góðu foreldur

Nýtt kunningarskriv kom í dag uml. kl. 15.00.

In English (please follow the school's web page Vikuætlan for homework)

Her stendur:

“Boðað verður hervið frá, at avgjørt er, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020.”

Grundað á hesi boð gera vit vart við, at vit í mest møguligan mun avmarka undirvísingina longu í morgin, fríggjadagin 13/03-20.

Tí heita vit á øll, sum hava møguleika fyri at hava síni børn heima longu í morgin, um at gera hetta.

Tit, sum ikki hava bøkur heim við, kunnu koma á skúlan í morgin ímillum kl. 8.00 og 15.00 fyri at taka bøkurnar heim við.

Lærararnir leggja boð í vikuætlaninar hjá flokkunum, hvat skal gerast hvønn dag heima.

Foreldur, sum arbeiða í serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri at fáa síni børn ansaði, mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á skúlatilboði. Hetta skal gerast í seinasta lagi fríggjadagin 13/03-20 kl. 13.00.

Tó eru tað einans næmingar í forskúla til 3. flokk, ið kunnu hetta.

Vinarliga boða tykkara flokslærara frá, um tykkara børn ikki koma í skúla í morgin.

 

Vegna Sankta Frans skúla

Jóhan M. Stenberg

Varaskúlastjóri

Telefon 282533

 

18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
04. mar. 2024
Rithøvundavitjan í 2.b
12. feb. 2024
Fastalávints myndir
Sí eldri tíðindi