07. nov. 2019
Gekkurin er tað heilt stóra í 2.b

Tey í 2.b gleða seg øgiligt til fríggjadagar fyri tíðina. Ikki tí tey fáa vikuskifti, men tí tey spæla Gekk í roknitímunum fríggjadag. 

Jógvan Henriksson og Ívar Bærentsen eru lærarar í flokkinum hesar tímarnar, og hendan dagin, tá vit vóru á gátt, hevði Jógvan funnið tveir vinningar fram, sum báðir vóru gjørdir í smíðstovuni. Ein veðurhani og ein mynd úr træi. Gekkahjólið er eisini gjørt í smíðstovuni á sinni og síðani málað.

Spælið sjálvt minnir nógv um spælið í Gekkinum, sum vit kenna úr sjónvarpinum. Ein munur er tó, at áðrenn spælið í 2.b byrjar, gera børnini sjálv sínar gekkaplátur. Tey skriva tølini á, fimm tøl á hvørt rað, og bólka tey í rættar tíggjarar, soleiðis at venjing og talfatan eisini verða flættaði í spælið. Hetta venja tey bæði á talvuni og við hús og fyrireika seg sostatt væl til stóra brakið fríggjadagar.

Her er Gekkurin tað, sum børnini gleða seg allarmest til fyri tíðina, og sum Jógvan segði, so er tað so gyseliga gott.

 

Orð og myndir: Katrin Erlendsdóttir

 

 

21. sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
Sí eldri tíðindi