25. okt. 2019
Sissandi arbeiði við leiri

Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tað at sita og arbeiða við leiri hevur sissandi ella avslappandi ávirkan á næmingar. Serliga tá vit geva okkum tíð at sita og forma leirin við fingrunum, er tað sum um næmingarnir fara inn í sín egna sansaheim og fordjúpa seg uttan at siga tað stóra. Slíka løtur hava stóran týdning.

Tríggir teir elstu flokkarnir hava seinastu tíðina arbeitt við leiri í myndlist, og myndirnar her eru av næmingum úr 5.a og 5.b. 

Um tit ikki eru von at arbeiða við leiri við hús, kann tað vera eitt gott hugskot at keypa brúkaravinarligan leir úr onkrum ítrivshandli. Slíkur leirur er lættur at fáast við og skal ikki brennast í ovni, sum vanligur leirur skal. Tá hann hevur staðið í nakrar dagar, er hann klárur at brúka og kann málast, um ein hevur hug til tað. Tað er stak hugnaligt at sita við slíkum arbeiði, og børn flest elska tað.

Tekstur og myndir: Katrin Erlendsdóttir

12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelags­frøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúla­gongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
Sí eldri tíðindi