25. okt. 2019
Sangløtur við tónleikanæmingum
Hósdagin vóru sangløtur fyri øllum næmingum í Sankta Frans skúla. Tað er fastur táttur, at vit nakrar ferðir um árið hava sangløtur í sangstovuni, har vit syngja nakrar sangir, bæði nýggjar og eldri, sum svinga serliga væl. Soleiðis var aftur hesaferð, og tá vit fyri aðru ferð rundaðu av við at syngja um indiánarabørnini, var tað líka við, at takið fór av gomlu kirkjuni, har sangstovan er. Sera góð undirtøka og vakur sangur við góðum undirspæli.
Tað er Annika Restorff Holm, sum skipar fyri sangløtuni, og hendan hósdagin hevði hon nakrar av tónleikanæmingum sínum at spæla undir. Vit takka fyri hetta gevandi tiltak og gleða okkum til næstu sangløtur.
Tekstur og mynd: Katrin Erlendsdóttir
15. sep. 2026
Skúlarennidagurin 2026
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkarnir á floti við Westward Ho
24. aug. 2026
Ítróttar og Adventure breytin í Skúgvi
14. aug. 2026