21. des. 2024
Innskriving í forskúla og 1. flokk latin upp

Nú ber til at skriva børn í forskúla og 1. flokki í Sankta Frans skúla komandi skúlaár.

Vit mæla foreldrum, ið ætla, at børn teirra skulu ganga í Sankta Frans skúla, at skriva barnið inn í forskúla. Skúlagongdin hjá okkum byrjar við forskúlanum, har vit leggja stóran dent á eina trygga og heimliga skúlabyrjan.
Er næmingur skrivaður inn í forskúla, merkir tað, at næmingurin samstundis er skrivaður inn í 1. flokk. So foreldur at børnum, ið longu ganga í forskúlanum, skulu ikki endurinnskriva síni børn.

Freistin fyri innskriving í forskúla/1. flokk er 15. januar.

 

Leinkið til innskriving í forskúla er HER.

Leinkið til innskriving í 1. flokk er HER.

20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
19. des. 2025
Jólaguds­tænasta og jólahald
17. des. 2025
Jóla­leikur hjá 5.ab 2025
16. des. 2025
Innskriving í forskúla og 1. flokk latin upp
12. des. 2025
Lucia og loppu­peningurin
03. des. 2025
Árligu nissubørn­ini í Sankta Frans Skúla 
28. nov. 2025
Kójak konsert
Sí eldri tíðindi