06. jun. 2026
Rørsludagur í grunddeild
Hósdagin 4. juni var árligi rørsludagurin í Sankta Frans skúla – eitt tiltak sum bæði børn og vaksin gleða seg til á hvørjum ári. Næmingarnir í grunddeild, frá forskúla til 3. flokk, hittust í Stóragarði til felags upphiting og funnu síðani saman í seks bólkar blandaðir við næmingum úr øllum flokkum. Børnini fingu seks ymiskar uppgávur – tríggjar áðrenn fríkorterið og tríggjar aftaná. Børnini runnu, kappaðust, samstarvaðu, dansaðu og flentu seg gjøgnum uppgávurnar. Heilt frá stein-saks-pappír spæli, stikkbólti, rundbólti og stafettum úti í garðinum til dans í forskúlanum og rørsluvenjingar í høllini. Dagurin endaði við hugnaløtu í floksstovuni, og skúlin bjóðaði okkurt gott.
18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
18. jun. 2026
Sangløta á seinasta degi
16. jun. 2026
Næmingaráðið í miðdeildini heilsar
15. jun. 2026
Fyrsti næmingur at fáa prógv
10. jun. 2026
Gloymd klæðir
10. jun. 2026