22. sep. 2023
Lærarastarv tøkt

Lærarastørv í Sankta Frans skúla

 

Tíðaravmarkað parttíðarstørv frá 16.10.2023 – 18.06.2024. Talan er um 2 størv við setanarbrotið á ávíkavist 0,80 og 0,75.

 

Starvið á 0,80

Støddfrøði í 4.flokki

Náttúru og Tøkni í 4.flokki

Serøki

 

Starvið á 0.75

Á serøkinum

 

 

Søkt verður eftir lærara, sum:

· undir ábyrgd leiðslunnar, og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

· leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning

· duga at samstarva og eru fyrikomandi

· eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu verða skúlastjóranum, Aslaug Olsen, í hendi á telduposti aslaug.olsen@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 6. oktober kl. 12.00

 

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella

Magnar Vang, varaskúlastjóra á tlf. 282513

 

____________________________________________________________________

 

Í Sankta Frans skúla eru 405 næmingar í forskúla til 8. flokk. Í skúlanum starvast 37 lærarar og 2 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan

06. mar. 2025
Fastalávintsmyndir
28. feb. 2025
FM hjá handverkarum
25. feb. 2025
Spæl Føroyskt vika
05. feb. 2025
Kom og Rokna
24. jan. 2025
100 dagar í skúla
07. jan. 2025
Langomma lærari hjá langommudóttrini
21. des. 2024
Jóla­heilsan
Sí eldri tíðindi