07. mar. 2023
Nýggjan skúla

Nú fær Sankta Frans nýggjan skúla

Nú byrjar byggingin av hádeildini hjá Sankta Frans skúla. Í dag varð arbeiðstøkusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og HVT undirskrivaður, og nú er alt klárt til at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla. HVT vann útboðið, og sáttmálaupphæddin er kr. 28,5 mió.

Við hesum fer Sankta Frans skúli at hava næmingar úr forskúla til 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár. Í skúlanum verða seks skúlastovur, umframt serhøli og fakhøli, eins og starvsfólkaumstøður og felags uppihald.

Bygningurin er umleið 1100 fermetrar og verður bygdur á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova stendur á. Í næstu viku verður byrjað at taka Stella Maris-húsini niður.

Í hesum sambandi verða gjørd átøk soleiðis, at niðurtøkan órógvar sum minst ferðsluna í økinum, serliga um morgunin, tá nógv ferðsla vanliga er til Sankta Frans skúla, Sankta Jósef´s barnagarð og miðbýin annars.

Eisini verða atlit tikin til grannalagið, millum annað KFUK.

Sambært tíðarætlanini verður hádeildin tikin í nýtslu til skúlaárið 2024/25.

---

Nøkur fakta um húsini.

Húsini hava í fleiri umførum verið advokatskrivstova og bústaðarhús. Advokat Helge G. Simons seldi húsini til Børge Hustedt Andersen, advokat, í 1936. Hann húsaðist har til hann fór av landinum í 1949.

Húsið hevur síðan verið brúkt til mangt og hvat. Var kostskúli hjá nonnunum seinast í 50'unum og síðan millumskúli, áðrenn tad bleiv vøggustova.

Húsini liggja væl fyri. Stutt er til Viðarlundina, Grasagarð, vøllirnar í Gundadali, og býarbussurin steðgar beint við. Harumframt er ein av bestu gørðunum í býnum á staðnum.

Søgan um Stella Maris vøggustovuna gongur aftur til 1958, tá nonnurnar settu á stovn ta fyrstu vøggustovuna í landinum.

Í byrjanini helt vøggustovan til í tveimum skúlastovum á Sankta Frans Skúla, beint hinumegin vegin, men í 1965 flutti vøggustovan niðan til betri og rúmligari umstøður í Stella Maris.

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi