15. Nov. 2016
Jólaloppur
Loppusøla
Vit hava roynt tað fyrr. Og vit fara at gera tað aftur. Loppusøla verður í skúlastovunum fríggjadagin 25. nov. 2016. Pengarnir, sum inn koma, fara til Barnaheimið.
Børnini hava við sær í skúla lutir, ið tey vilja lata til endamálið. Bakstur og jólaprýði er eisini eitt gott hugskot til lopputorgið.
Sjálvi seta børnini fram, prísmerkja og umsita ”sín handil” henda fyrrapart.
Handilin fer fram millum kl. 9.50-11.20
Neyðugt er at hava eitt sindur av smápengum við at keypa fyri. Vit takka fyri beinasemið.
Vinarliga
Stigtakarar/flokslærarar
10. Nov. 2026
Mín jólabók 2026
10. Nov. 2026
Stjørnuleikir
05. Nov. 2026
Hondbóltslandsliðið vitjaði
03. Nov. 2026
Miðlabreytin vann „juryens specialpris“
09. Oct. 2026
Heystkonsert
08. Oct. 2026
4.flokkur í KVF
04. Oct. 2026