24. mai. 2021
Koronutilmæli

Góðu næmingar og foreldur!

Skúlagongdin byrjar sum vanligt í morgin týsdagin 25.mai kl. 8.00.

Vit fylgja almennu tilmælunum frá heilsumyndugleikunum.

Tey eru

At foreldur ikki koma inn í skúlan við teirra børnum

Flokseinsemi – flokkarnir koma sum minst í samband við aðrar flokkar

Handreinføri – at næmingar vaska hendur, tá teir koma í skúla og síðan við jøvnum millumbili

Frástøðu – mælt verður til, at næmingar bert eru saman við børnum í teirra flokki, bæði í og aftaná skúlatíð.

Næmingar og starvsfólk, ið hava sjúkutekin, mugu ikki koma í skúla fyrr enn negativ koronatest fyriliggur. Øll boð til skúlan um sóttarhald ella positivar testir millum næmingar skulu fara gjøgnum flokslæraran hjá tykkara barni, sum so boðar leiðsluni frá.

Tit verða sjálvandi kunnað um evt. broytingar viðv. skúlagongdini, um skúlin fær boð um hetta frá Undirvísingarstýrinum.

 

Vinarliga

Aslaug Olsen, skúlastjóri

18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
18. jun. 2026
Sangløta á seinasta degi
16. jun. 2026
Næminga­ráðið í miðdeild­ini heilsar
15. jun. 2026
Fyrsti næmingur at fáa prógv
10. jun. 2026
Gloymd klæðir
10. jun. 2026
Prógvhandan 17. juni
06. jun. 2026
Rørsludagur í grunddeild
Sí eldri tíðindi