05. mai. 2020
Starvslýsing

Lærara og námsfrøðingar

 

Lærarastørv í Sankta Frans skúla 
 
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2020:  
 
5 møguliga 6 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2020/2021, vegna barnsburðarfarloyvi, farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar  
Endaligt tímatal fyri tíðaravmarkaðu størvini verður endaliga ásett 1. sept. 20120.  
 
Søkt verður eftir lærarum, sum: 
undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans   
leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning  
duga at samstarva og eru fyrikomandi 
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum 
 
Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur: 
flokslæraraarbeiði 
undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum 
undirvísa í tónleiki/sangi 
undirvísa í handaligu lærugreinunum 
 
Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari og bókavørður 
 
Førleikakrøv: 
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. 
Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.  
 
Lønar- og setanartreytir: 
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.  
 
Umsóknir: 
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi  mikudagin 20 mai kl. 12.00 Umsóknir verða sendar til: 
Sankta Frans skúli 
Varðagøta 10 
FO-100 Tórshavn 
ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo 
 
 
1 starv sum námsfrøðiligur stuðul í  
Sankta Frans skúla  


Søkt verður eftir námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2020.  
Tann, ið settur verður í starv, skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Royndir, sum stuðul, er ein fyrimunur.  
Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum tíðaravmarkað hjálparfólkastarv.  
Sankta Frans skúli er ein tvísporaður skúli við forskúla til og við 7. flokk.  
Í skúlanum arbeiða 28 lærarar og 3 námsfrøðingar.  
Skúlin liggur mitt í høvuðsstaðnum, og eru allir hugsandi hentleikar beint við skúlan. Harafturat er viðarlundin okkara næsti granni, og her eru sanniliga nógvir møguleikar til at ríka um dagin hjá næmingunum.  
Um starvið:  
· Stuðlin kemur at arbeiða í einum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við Førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar hjá teimum næmingunum, ið hava brúk fyri stuðli.  
 
· Stuðlarnir koma at skipa verkstøð við fakligum og kreativum innihaldi. Harafturat koma stuðlarnir at arbeiða úti í flokkunum við einstøkum næmingum.  
 
Tey, ið sett verða, skulu:  
· Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.  
· Verða fús at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.  
· Vera stundislig og nærløgd.  
 
Lønar- og setanartreytir Størvini vera sett sum sáttmálasett størv við setanarbrotið 0.75 og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.  
Umsóknir  
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mai 2020 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:  
 
Sankta Frans skúli  
Varðagøta 10  
FO-100 Tórshavn  
ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo  
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til  
Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra 
 

Í Sankta Frans skúla eru 364 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 28 lærarar og 4 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan

22. apr. 2024
Samfelags­frøði í 8.fl
19. apr. 2024
7. og 8. flokkur vitjar nýggja skúlan til hádeild.
18. apr. 2024
Felagsforeldrafundur (samstarv ímillum skúla og heim) 7.mai
09. apr. 2024
Landsroynd hjá 4. og 6. flokki TÌÐARKARMAR
02. apr. 2024
Páskahald og sangløta
22. mar. 2024
Gleðiligar páskir
22. mar. 2024
Talvkapping
Sí eldri tíðindi