15. apr. 2020
Varin skúlabyrjan

Góðu foreldur


Mánadagin byrjar undirvísingin fyri forskúla til 3. flokk varisliga aftur. Næmingarnir eru í
skúla frá kl. 8.00 til 12.00 tó er forskúlin í skúla vanliga tíð.

Undirvísing og flokkar eru øðrvísi skipað.


Skúlatilboðið er snikkað saman soleiðis:

Flokkarnir vera býttir sundur í smærri bólkar.
1.flokkur verður í niðara parti av skúlanum, tað er har skúlastovurnar hjá 1., 2. og
3.a eru. Tey brúka inngongdina við kirkjuna/sangstovuna, tá tey koma og fara.
Teirra fríkorter er í Lítlagarði.

2.flokkur verður í niðastu gongini, har 4. og 5. flokkarnir vanliga halda til. Tey
brúka høvuðsinngongdina, tá tey koma og fara. 2. flokkur er í Norðurgarði í
fríkorterinum.

3.flokkur verður í miðhæddini, í gongini hjá 6. og 7. flokki. Tey brúka
inngongdina við trappuna/fimleikahøllina, tá tey koma og fara. Tey eru í
Stóragarði í fríkorterinum.

Forskúlin heldur til í forskúla A og B og hølunum hjá frítíðarskúlanum. Somu
bólkar vera bæði í skúla og frítíðarskúla. Fríkorterini verður hildin í Amerika.

Leiðreglur
Tá næmingarnir koma í skúla, eiga tey at verða avleverað úti í garðinum, foreldur koma ikki inn
á skúlan.

Øll skulu vaska hendur:
• tá tey koma í skúla um morgunin ella í frítíðarskúla seinnapartin
• tá tær eru sjónliga dálkaðar
• við jøvnum millumbilum t.d. hvørt fríkorter (í minsta lagi annanhvønn tíma)
• hvørja ferð, tey hava verið á vesi
• áðrenn tey eta og eftir, at tey eru liðug
• eftir at hava snýst sær, og eftir at tey hava hostað/nosið í hendurnar ella í eitt pappír.

Sjúkueyðkenni
Ofta minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Fólk kunnu fáa krím, ilt í hálsin,
vøddapínu, turran hosta og fepur. Av somu orsøk kann tað vera torført at skyna mun á
vanligari krímsjúku og coronavirusi. Fólk fáa sjúkueyðkenni millum tveir og 14 dagar eftir, at
tey eru smittað við coronavirusi/covid-19. Tey flestu fáa eyðkennini millum fimta til sjeynda
dagin. Tað er tó eisini tey, sum eru smittað uttan at hava nøkur serlig sjúkueyðkenni, og tey
kunnu eisini smitta onnur.
Hava næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúku eyðkenni, skulu tey ikki fara í skúla.

Vinarliga
Aslaug Olsen, skúlastjóri

12. mar. 2026
Grækarismessa
27. feb. 2026
Minningarorð um systir Ceciliu
20. feb. 2026
8.a samfelags­frøði - kanning: snildfon, sosialir miðlar og vitlíki.
16. feb. 2026
Fastalávint 2026
10. feb. 2026
Týsdagin 17. februar byrjar skúla­gongdin kl. 9.50
05. jan. 2026
Gloymd klæðir
20. des. 2025
Jóla- og nýggjársheilsan
Sí eldri tíðindi