15. des. 2019
Leif Erik fekk pengarnar frá loppusøluni

Tey flestu kenna hann aftur. Leif Erik Niclasen hevur í fleiri 20 ár koyrt mat og annað gott út til familjur, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga. Í seinastuni hevur hann so eisini víðkað um hjálpandi virksemi sítt. Eftir at hava havt handilin Gullhornið í nógv ár, hevur hann nú umskipað hann, soleiðis at allur peningur frá sølu í Gullhorninum fer til so nevndu Hjálpina, sum hjálpir stakum uppihaldarum.

Út frá hesum avgjørdu starvsfólkini í Sankta Frans skúla at lata allan peningin frá loppusøluni í 2019 fara til hjálpandi virksemið hjá Leif Erik, sum kemur nógvum børnum til góðar.

Tá Leif Erik fríggjamorgunin fekk stóru pengakrukkuna handaða, vóru 16.116 krónur í. Hann var ógvuliga takksamur fyri gávuna og sang fyri okkum øllum.

Nøkur av børnunum spurdu, um hatta ikki var tann ordiligi jólamaðurin, og tað kundu vit ikki svara annað enn játtandi til. Tað er gott at hava góðar jólamenn.

Hendan sama dagin gingu genturnar í 7. flokkunum Lusia, sum siðvenja er 13. desember. Aftaná bjóðaðu dreingirnir í 7. flokkunum okkum øllum karamellur.

Myndir: Ingolvur Gunnarson

Tekstur: Katrin Erlendsdóttir

02. okt. 2026
Magnar flettur við 4. flokkunum.
21. sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur
01. sep. 2026
Hádeildin á samansjóðingarútferð til Suðuroyar
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
Sí eldri tíðindi