28. mai. 2019
Pangea-vinnarar heiðraðir

Beiggjarnir báðir Alexander K. Eikhólm úr 4.b og William K. Eikhólm úr 7.b gjørdust báðir vinnarar, tá finalan í Pangea-støddfrøðikappingini var í Norðurlandahúsinum leygardagin.

Alexander endaði á einum deildum 1. plássi, tí bæði hann og Óli Mikkelsen úr Eysturskúlanum høvdu roknað allar uppgávurnar rættar. Dugnaligi roknilærari okkara Gunn Mikkelsen var væl umboðað allarfremst í finaluni fyri 4. flokk, tí hon er lærari hjá Alexander og mamma Óla, sum altso báðir komu so langt, sum til ber at koma í Pangea. 

Tveir aðrir næmingar okkara komu eisini langt. Hjørdis Sólja W. Joensen úr 3.b endaði á 2. plássi í kappingini fyri 3. flokk, og Heini H. Johannesen úr 7.b endaði á 3. plássi fyri 7. flokk.  

Aftaná morgunsangin í morgun vórðu tey fýra heiðraði við gávum fyri góðu avrik síni í Pangea-kappingini. Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku og heita á tey um at dríva á við rokningini víðari.

Tekstur: Katrin Erlendsdóttir

14. aug. 2026
Ítróttar og adventurebreyt
03. aug. 2026
Vælkomin aftur í skúla
18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
18. jun. 2026
Sangløta á seinasta degi
16. jun. 2026
Næminga­ráðið í miðdeild­ini heilsar
15. jun. 2026
Fyrsti næmingur at fáa prógv
10. jun. 2026
Gloymd klæðir
Sí eldri tíðindi