Vikuætlan
Office 365
Bókasavn
I-Bøkur
Leinkjur
TÍÐINDI OG BOÐ

24. apr 2025.
Verkætlan hjá 1.b
Aldurnar í Mikladali
Næmingar í 1. B í Santa Frans skúla hava í eina tíð arbeitt við eini spennandi verkætlan. Verkætlanin tók st…

24. apr 2025.
Tekna maskottin til oyggjaleikir 2027
KAPPING KAPPING KAPPING!

13. apr 2025.
Lýsing eftir lærarum til komandi skúlaár
Ert tú fakliga sterki lærarin, við teimum góðu hugskotunum? Ert tú lærarin sum megnar at skapa gleði og økja sjálsvirðið í næmingu…
KOMANDI TILTØK
12-15
mai
Skrivligar royndir 7. og 8. flokkur
16
mai
Dýri Biðidagur
20
mai
Seinasti undirvísingardagur í 9. flokki
22-27
mai
Skrivligar próvtøkur í 9. flokki
29
mai
Kr. Himmalsfarardagur
Skúlin við Varðagøtu, sum vit kenna hann í dag,
byrjaði í 1933. Tó er eftir tørvi bygt uppí, umframt
at fimleikahøll kom fyrrapartin í ‘60unum.
H.C.W. Tórgarð teknaði bygningarnar.
byrjaði í 1933. Tó er eftir tørvi bygt uppí, umframt
at fimleikahøll kom fyrrapartin í ‘60unum.
H.C.W. Tórgarð teknaði bygningarnar.
Visión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Tryggar og heimligar karmar fyri børn og teirra læring
• Vilja vera fyrsta val hjá ábyrgdarfullum foreldrum
• Vilja menna samanhald og yrkisføri
• Tryggar og heimligar karmar fyri børn og teirra læring
• Vilja vera fyrsta val hjá ábyrgdarfullum foreldrum
• Vilja menna samanhald og yrkisføri
Missión
• Sankta Frans er miðbýarskúli høvuðstaðsins
• Skúlin hvílir á kristna og fólkaræðisliga grund
• Skúlin byggir á stoltar siðvenjur og skikkað starvsfólk
• Skúlin hvílir á kristna og fólkaræðisliga grund
• Skúlin byggir á stoltar siðvenjur og skikkað starvsfólk
Virðisgrundarlagið
Virðisgrundarlag skúlans byggir á 4 súlur. Tær eru fakligur førleiki, tryggleiki, samstarv og virðing.
Fakligur førleiki
- Dugnalig fólk eru týdningarmikil í dagsins samfelag
- Øll børn hava rætt til og brúk fyri fakligum krøvum, hóskandi til teirra evni og áhuga
- Fakligur førleiki skapar gleði og økir sjálvvirðið
Tryggleiki
- Bæði børn og vaksin virka best í tryggum og jaligum umhvørvi
- Tað er týdningarmikið at tora at ganga nýggjar leiðir, menna síni evni og tora at stíga fram
- Tað er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og mennast sosialt
Samstarv
- Tað er týdningarmikið at hava álit á og at gera brúk av tí, hvør einstakur er góður til
- At samstarv er neyðugt í øllum arbeiði í skúla, flokki og øðrum bólkum, vit eru partur av
- Í dag er neyðugt at vísa tolsemi og kunna virka í ymsum høpi, bæði fakliga, sosialt eins væl og í altjóða høpi
Virðing
- Øll eru ymisk og hava ymiskan tørv
- Tað er neyðugt at læra børn at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum
- Øll mugu virða skapanarverkið og tað skapta