18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki

Mikukvøldið 17. juni hevði okkara 9. flokkur sína fráfaringarløtu og fekk prógv handað.

Kvøldið byrjaði í fimleikarhøllini, har skúlastjórin, flokslærararnir og næmingarnir hildu røðu. Eisini hevði tónleikabólkurin í miðdeildini eina framførslu. Síðani varð prógv handað øllum næmingunum, og nógv góð og rørandi orð vórðu søgd.

Aftaná varð farið niðan til hádeildarbygningin, har felags myndir vórðu tiknar í skúlagarðinum. Síðani var kaffi og køka í flokshølunum.

Skúlin ynskir øllum næmingunum hjartaliga tillukku við próvnum og blíðan byr víðari á lívsleiðini.

02. jun. 2026
Fótbóltsdagu­rin 2026
17. des. 2025
Jóla­leikur hjá 5.ab 2025