06. Sep. 2021
Stutt og greitt: 5.a - ein framsøgurøða um stavraðið

Vit, ið varða at 1. flokkunum, ætla at leggja nokkso nógv fyri at samansjóða flokkarnar, a og b.

Til tess hava vit fingið samstarv í lag við Rebekku á Neystabø Jacobsen, flokslærari í 5.a, og fara vit trý at skipa fyri regluligum samkomingum undir navninum "Stutt og greitt", har ymiskt skapandi er á skrá.

Vit velja at trúgva, at hetta fer at knýta bond og styrkja um felagsskapin og samlaða skúlaupplivilsið.

Vit halda til í gomlu kirkjuni, nú sangstovan, og ídag, fríggadagin 3. september, var fyrstu ferð, og var tað 5.a, sum hevði framløgu fyri 1.a og b - ein framsøgurøða um stavraðið!

Tað riggaði so stak væl, og samtíðis sum hetta var ein góð venjing hjá 5.a at traðka fram, tað, at vera í fokus, fingu vitonnur eitt øðrvísi og gevandi innlit í bókstavir.

Kh,
Rebekka Á Neystabø Jacobsen, Saranja Hammer og Agga Niclasen

09. Oct. 2026
Heyst­konsert
08. Oct. 2026
4.flokkur í KVF
04. Oct. 2026
Sankta Frans dagur 2026
02. Oct. 2026
Magnar flettur við 4. flokkunum.
21. Sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. Sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. Sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
Sí eldri tíðindi