05. Mar. 2021
Evnisvikan nærkast
Fyrireikingarnar eru í hásæti til evnisviku okkara, sum verður frá mánadegnum 15. til og við fríggjadagin 19. mars.
Yvirskipaða evni okkara hesaferð er Ymiskar mentanir, og vit eru bólkaði saman við teimum, sum vit ganga í flokki við. Onkur flokkur fer at arbeiða við onkrum indiskum, onkur annar fer at kanna Norðurlond nærri, og onnur fara at gera mat úr fjølbroyttum londum. Hugskotini eru nógv, og vit gleða okkum til eina spennandi og øðrvísi viku.
Tit har heima fylgja við á vikuætlanini hjá barni tykkara, har nærri kunning kemur út í næstum.
Orð og mynd: Katrin Erlendsdóttir
09. Oct. 2026
Heystkonsert
08. Oct. 2026
4.flokkur í KVF
04. Oct. 2026
Sankta Frans dagur 2026
02. Oct. 2026
Magnar flettur við 4. flokkunum.
21. Sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. Sep. 2026
Skúlarennidagurin 2026
07. Sep. 2026