12. mar. 2020
Skúlin stongdur. English version included

Sankta Frans skúli 12/03-20

 English version (please follow the school's web page Vikuætlan for homework)

Góðu foreldur og næmingar  

Ongin skúlagongd verður frá mánadegnum 16/03-20 til mánadagin 30/03-20.

Allir næmingar skulu hava skúlabøkur heim við.

Lærararnir leggja skúlating í vikuætlanina, sum næmingarnir skulu gera næstu 14 dagarnar. Vit heita á tykkum foreldur um at hjálpa teimum við skúlatingum heima, eins og at tit seta eina løtu av hvønn dag til skúlating.

Skúlin verður opin í dag til kl. 15.00 og í morgin frá kl. 8.00 til 15.00, so um tit mangla bøkurnar, ber til at heinta tær hesi tíðspunktini.

Um broytingar koma í støðuna, verður tað kunna um tað á heimasíðuni www.sfs.fo.

  

Vit í Sankta Frans skúla ynskja øllum alt tað besta.

 

Vinarliga

Jóhan M. Stenberg

Varaskúlastjóri

09. okt. 2026
Heyst­konsert
08. okt. 2026
4.flokkur í KVF
04. okt. 2026
Sankta Frans dagur 2026
02. okt. 2026
Magnar flettur við 4. flokkunum.
21. sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
Sí eldri tíðindi