27. Feb. 2020
Væleydnaður foreldrafundur

Tað var ein væleydnaður foreldrafundur, sum skúlastýrið skipaði fyri í kvøld.

Eini 70 fólk vóru komin til tiltakið, har Sjúrður Skaale við fyrilestri sínum var høvuðspersónur eina løtu. Hann tosaði um siðmenning og dannilsi, sum er ein stórur partur av samfelagnum og ikki minst skúlanum. Skemtiliga greiddi hann frá instinktinum í okkum menniskjum mótvegis tí, sum samfelagið væntar av okkum. 

Formaðurin í skúlastýrinum, Jan M. Laursen, upplýsti, hvørjum málum skúlastýrið hevur havt á skrá hetta skeiðið. Spælipláss, framhaldadeild og parkeringsviðurskifti hjá starvsfólkum skúlans vóru nøkur teirra. 

Aslaug Olsen, skúlastjóri, og Áki Mørk, læraraumboð í skúlastýrinum, søgdu eisini frá ymiskum virksemi í skúlanum. Summi afturvendandi, sum stava heilt frá tíðini við nonnunum í skúlanum, men eisini ymisk nýggj tiltøk og fyriskipanir.

 

Myndir: Jan M. Laursen

Tekstur: Katrin Erlendsdóttir

09. Oct. 2026
Heyst­konsert
08. Oct. 2026
4.flokkur í KVF
04. Oct. 2026
Sankta Frans dagur 2026
02. Oct. 2026
Magnar flettur við 4. flokkunum.
21. Sep. 2026
6a vitjaði Roja í Lettlandi
15. Sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
07. Sep. 2026
Ítróttar- og Adv breyt
Sí eldri tíðindi