Mars - mai 2026 “Betri vinir” F.a & b
Í samband við, at vit arbeiða meira miðvíst við “Betri vinir”, hevði Aggi eitt bamsu verkstað, og vit onnur starvsfólk arbeiddu við ymiskum øðrum so, sum vinar songum og massagu søgum. Tosað varð út frá ymiskum myndum (ið fylgdu við kuffertinum), hendingar og annað, ið børnini sjálvi hava upplivað, eins og ymisk vinar spøl v.m.
Viðv. bamsunum, prýddu og kliptu børnini hvør sína bamsu og spæliskrivaðu, tað tey settu í samband við tær fýra grund súlurnar, ið eru: TOLSEMI, VIRÐING, UMSORGAN og DIRVI, ið “Betri vinir”, sum arbeiðhátturin er bygdur á. Aggi umsetti teirra spæliskriving og hetta er rørandi lestur. “Okkara” børn hugsað djúpt um lívsins spurningar.
Vit viðmæla tykkum, at lesa tað, ið stendur á øllum 23 bamsunum, við atliti til felagsskapin.