15.04.2026 Á konsert í NLH

Í morgun gingu vit niðan í Norðurlandahúsið á konsert hjá Føroya symfoniorkestri. Øll vóru samd um, at tað var ein sera góð konsert, tó helt onkur, at ljóðið var alt ov hart.

Tað vóru fleiri av børnunum, ið møttu onkrum, ið tey vóru í familju við. Onkur systkin, onnur systkinabørn og trímenningar, og so møttu vit tveimum mostrum eisini.

Komin oman aftur í forskúlan ótu vit lítla matpakka og hoyrdu søgu, og so var spælitími fyri rest. ;) Alt í alt, ein sera góður dagur. :)