Gera figurar í myndlist

Í dag hevur 5.a arbeitt við silk clay. Tey hava gjørt smáar figurar av ymiskum slag, sum tey hava sitið og formað við hond og amboðum. Íblástur hava tey fingið frá øðrum figurum, sum vóru í myndlistastovuni, og av netinum, har nógv góð hugskot eru at finna.

Silk clay er bleytt og lekkurt at sita við í hondunum, og tað hevur sissandi ávirkan á fleiri børn. Um tit hava hug at arbeiða við tí heima, fæst tað til keyps í Kids Leikur og vanligu ítrivshandlunum.