Stovnsvitjan í HB-húsinum 8/9-23
Hesaferð hava vit verið á frálíksri stovnsvitjan í HB-húsinum. Í skúlanum hava vit havt eitt sindur um týdningin av sjálvbodnum arbeiði í felagsskapum av ymiskum slag. Í HB-húsinum vísti formaðurin Ransin Napoleon Djurhuus okkum runt í hølunum og legði serligan dent á tað nógva sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt uttan løn í einum ítróttarfelag. Fólk, sum vaska klæðir, gera morgunmat, selja kaffi og mangt annað. Uttan hesi ber als ikki til at reka eitt ítróttarfelag.