Evnisvika (3) 14/6-2023

Í dag hava vit hoyrt um Jonas Bronk, ein prestason í Havn, sum Bronx býarparturin í New York eitur eftir. Eisini í Havn hava vit eina gøtu, sum er uppkallað eftir hesum sama manni, nevniliga Jónas Broncksgøta. Har hava vit verið í dag og m.a. vitjað gomlu Politistøðina í Havn og sæð umstøðurnar hjá fangum har. Seinni var vatnkríggj og annað á skránni :)