Planta grønmeti (2/2-2023)

Í dag hava vit dett fræ niður til tomatur, bønur, radisur og gularøtur. Vit gera hetta í náttúru og tøkni-tímunum. Komandi planturnar standa í 6.b, og vit fara at passa tær væl komandi tíðina og harvið fáa eina rúgvu av grønmeti burtur úr øllum plantunum.

Fræið til gularøturnar skal vera í myrkri fyrstu tíðina og er tí í tundurkassum fyri fyrst.

16/2-2023: Á seinastu myndunum sæst, hvussu tað byrjar at spretta í teimum fyrstu plantunum. Nú verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.