Á Listasavninum 10/3-2022
Hósdagin vóru vit á Listasavninum, har vit fingu rundvísing í famsýningini har í løtuni. Broytingar í náttúruni, eitur framsýningin, og hon vísir væl, hvussu vit menniskju hava sett spor í náttúruna hesi seinastu árini. Bilspor, grótbrot og rusk í náttúruni eru nøkur, vit kunnu nevna, umframt mangt annað, sum er at síggja á framsýningini. Til hendan túrin á Listasavninum hoyra eisini nakrar uppgávur, sum vit gjørdu í akúlanum nakrar dagar seinni. Framsýningin sá út til at geva næmingunum størri tilvit um náttúruna, og tað er bara gott, umframt at tað í sær sjálvum er frískligt at vitja ymsastaðni og fáa íblástur.