Filmarnir: Frumframførsla 7/3-2022

Í dag vístu allir fimm bólkarnir filmar sínar fram, og eg sigi bara wauw! Kreativt, uppfinnsamt og framúr skemtiligt. Hetta hava tit lagt so væl til rættis frá byrjan til enda, at hetta verður ikki síðstu ferð, at vit arbeiða við filmi.