Skúlafótbóltur í Vági (10. apríl 2019)
Vit høvdu ein frálíkan túr í Súðuroy. Vit spældu skúlafótbólt við trimum liðum - eitt gentulið, eitt dreingjalið og eitt blandað lið. Gentuliðið og blandaða liðið komu víðari. Vit høvdu eisini nakrar avbera góðar hepparar, sum høvdu gjørt skeltir at hava við.
Aftan á vit høvdu sparkað, ótu vit matpakka, og síðani fóru vit í Páls høll at svimja.
Eisini gekk siglitúrurin bæði suður og norð aftur væl, og øll børnini vóru røsk og hugnaðu sær óført saman.

























































































































































